Vit siga tær takk

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Sólgyltu ungdómsár – tú gjørdist vinur vár.
Tú komst inn í várt lív og gjørdi alt nýtt,
tókst okkum tætt at tær – aldri tín hond var fjar.
Og av hjarta og sál vit syngja frítt.

Niðurlag: Vit siga tær takk, góði Gud, fyri títt trúfesti,
ta náði, sum tú hevur veitt okkum í Kristusi.
Ta verju, tín hond hevur veitt,
okkum borið, okkum leitt,
og í tær vit eru eitt –
vit siga tær takk!

2. Takk fyri krossins stríð, takk fyri farnu tíð,
at tín hond okkum helt, tó trúgvin var veik.
Tá ið vár fótur gleið – vit komu burt av leið,
tú vart trúgvur og aldri okkum sveik.

3. Fram halda vit við tær – takk, at tú ert so nær,
okkum fylgir um tind og grønan dal.
Rødd tín, hon vísir veg – ein dag vit síggja teg
í tí dýrd, sum í Himli verða skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin