Vit slættið øll nú Harrans veg

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur um allahalganna 2008.

Vit slættið øll nú Harrans veg
og hansar gøtu greiði,
tí einglaskari sýndi seg
hjá hirðunum á heiði.
Teir bóru okkum gleðiboð,
at Gud hann heimin elskar so,
at Frelsaran hann sendi.

Jóhannes oss tann boðskap bar
í oyðimørk á sinni:
at hann ei sjálvur verdur var,
– tí hann var so nógv minni,
at loysa tvinnar tveingir hjá
Krist, syni Guds, og frelsara,
ið brátt tá koma skuldi.

Enn røddin ljóðar foldum á
um Harrans veg at slætta,
so vit á jólum Jesus sjá,
sum sorg og neyð kann lætta.
Lat alt, ið forðar honum inn
í vára hjørtu, sál og sinn,
á jólum burtur fara.

Har Jesubarnið heimvist fær
hjá mannabørnum smáum,
har skínur jólastjørnan skær,
tí hann við sínum gávum
vil koma inn í hvørt eitt heim
og serliga hjá øllum teim,
ið sanna gleði sakna.

Sælt er tað fólk, ið kjósar sær
Guds einkarson á foldum.
Hann bjarging býður tær og mær
og ævigt lív úr moldum.
Hann heima nú er Himni á,
har øll Guds børn hann skulu sjá
í stóra, hvíta skara.

FavoriteLoadingGoym tekstin