Vit sum fremmand á fold kunnu vera

Orð og lag: Judson W. Van DeVenter
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: We shall shine as the stars

1. Vit sum fremmand á fold kunnu vera,
teim ókend, sum fara framvið,
men við dýrd okkum Harrin skal krýna
at lýsa við hansara lið.

Niðurlag: Tá vit skína sum stjørnur á hválvi
í ljóma við Jesusar lið.
Honum lík tá vit vera í ævir
og njóta tann himmalska frið.

2. Kanska aldri vit rík skulu vera,
ei roknað teim viðgitnu lík,
men at enda tey heilagu gerast
í navni Immanuels rík.

3. Er várt heim bert eitt tjald ella smátta
– vit ørm fara hiðanífrá,
faðireygað, sum skoðar í loyndum,
sítt egna ei gloyma skal tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin