Vit sum gestir ganga her

Victor Danielsen
Orð: Fanny Crosby
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Vit sum gestir ganga her,
tungt og einsligt mangan er,
men vit vita, alt er umskift hin morgun,
tá várt akker falla skal,
og vár sál er loyst og sæl,
tá ið hvílan ævig nádd er hin morgun.

Niðurlag:
Tá vit øll skulu finnast hin morgun
á teim himmalsku heyggjum hin morgun,
ei farvæl vit siga tá
hinum gyltu strondum á,
tá ið ljósið bjart vit síggja hin morgun.

2. Mong ein sorg í hjartað skar,
mangan vátt várt eyga var,
tey sum perlur skulu skyggja hin morgun,
tá vit sigurshørpur slá,
har sum deyðin ei kann ná;
vinir aftur skulu hittast hin morgun.

3. Tá vár bundna sál er frí,
eingin freisting, einki stríð,
og tá Harrans rødd vit hoyra hin morgun,
bera bundi fram til hann,
tað, sum hvør her niðri vann,
hvør ein songur tá skal ljóða hin morgun!

4. Gjøgnum hesa útlegd her,
ja, um náttin myrk enn er,
latið okkum halda út til hin morgun,
takka fyri náðina,
fyri Jesu kærleika,
til vit syngja honum lovsong hin morgun!

FavoriteLoadingGoym tekstin