Vit syngja um kærleika hans

Lag: Tullius C. O’Kane
Týtt: Jákup Olsen

1. Vit syngja um kærleika hans,
sum læt lívið á Golgata træ,
um hitt frelsandi, reinsandi blóð,
sum rann út fyri okkum hin dag.

Niðurlag:
Frelsa frí fyri øll,
sum seg líta á Jesusar blóð,
frelsa frí fyri øll, fyri øll,
sum seg líta á Jesusar blóð!

2. Tað er bjarging og frælsi til øll,
sum bert tváa sær í hesi flóð,
tað er reinleiki, friður at fá
við at trúgva á Frelsarans blóð.

3. Tann, seg lítur á Frelsarans blóð,
fyri vónina vissu skal fá,
og eitt akker so trygt og so fast,
sum ei svíkur, tá ódn brestur á.

4. Um tú vrakar nú Frelsarans blóð,
eingin vegur til lívið tá er,
og tín sál tá í ævir fer burt,
har sum deyði og vónloysi er.

5. Kom og trúgv á hitt frelsandi blóð!
Tað rann út fyri teg, fyri meg;
eingin dómur skal raka teg tá,
tí tín Frelsari tók hann á seg.

FavoriteLoadingGoym tekstin