Vit velta og vit sáa

Vit velta, og vit sáa,
og dýrka vári lond,
men tann, ið vøkstin gevur,
er Guds alvalda hond;
Hann sendir vetrarkava
og summarregn og sól,
sum grasið fær at vaksa
og hvørja plantu ól.

Signing øll og gáva,
av Himli send hon er;
gev Gudi tøkk, gev Gudi tøkk,
og honum lov fram ber!

Hann, hann er tann, sum virkar
alt, bæði fjart og nær,
hvør blóma og tær stjørnur,
ið lýsa uppi har;
hann stormur, bylgjur akta,
og fuglin føðir hann;
hann mangan minni barn sítt
á foldum gloyma kann.

Tí takka vit tær, Faðir!
Frá tær hvør gáva er,
lív, heilsa, lukka, friður;
vit lov tær veita her,
tak móti várum gávum,
og mest tú okkum lær
eitt eyðmjúkt, takksamt hjarta,
hvønn dag at bera tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin