Vit venda okkum, Gud, til tín

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Páll Jónsson
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur um aldamótið.

Vit venda okkum, Gud, til tín,
til himnaljós títt, foldum frá,
har ljómandi øll dýrd tín skín,
vár Drottin Jesus, himli á.

Vár huga, Drottin, drag til tín
og dýrdarljóman foldum frá,
tí einki skart í heimi skín,
sum hjørtu vára frøa má.

Og ei so langtar hjartað her
av heimsins eyði mettu fá.
Vit søkja lív, sum ævigt er
og altíð tær at vera hjá.

Og styrk oss til at stríða her,
at standa syndalastum mót.
Og veit oss náð at toknast tær
og elska teg af hjartans rót.

FavoriteLoadingGoym tekstin