Vit vildu Jesus sæð, tá skuggar leingjast

Victor Danielsen
Orð: Anna B. Warner
Lag: Felix Mendelssohn-Bartholdy, Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Vit vildu Jesus sæð, tá skuggar leingjast
í brøttu líðini, sum lív várt er;
vit vildu Jesus sæð, tá leiðir treingjast,
tá møðsom gongdin gerst og tung vár ferð.

2. Vit vildu Jesus sæð, tá sløkna vitar,
sum okkum hava hjálpt at seta kós,
tá ódnarskýggj og tora loftið litar –
tá tørvar okkum sjá hitt heimsins Ljós.

3. Vit vildu Jesus sæð, tá kámast stjørnur,
sum hava uggað mangan ferðamann,
tá niðan nívir á, og ýla ódnir –
tann, tá skal stýra, tørvar síggja hann.

4. Vit vildu Jesus sæð, tá sólin dalar,
sum stuttar løtur gjørdi lívið ljóst,
tá vinarrøddin ikki longur talar –
hvør annar lættir tá várt trongda bróst!

5. Vit vildu Jesus sæð; mangt var, sum fjaldi
hans andlit, Himmal hans og heimið har;
og tó – á myrku nátt, tá stormur kaldi
várt mót sló niður, var hann altíð nær.

6. Vit vildu Jesus sæð; tá lætnar hjartað
og finnur gleði, styrki, vón og frið.
Vit vildu Jesus sæð; tann sjónin bjarta
ger nátt til dag og lætt hvørt møðsamt stig.

FavoriteLoadingGoym tekstin