Vit vita ei, nær stundin er

Victor Danielsen
Orð: Timothy Poland
Lag: Dánjal Dánjalsson
Týtt: Victor Danielsen

1. Vit vita ei, nær stundin er,
sum boð um deyðan kalda ber;
nær hann sítt andlit vísir her –
hvør kennir tað!
Vak tí, mín sál, til reiðar ver
hvønn dag, hvønn dag!

2. Halt fast tað, sum er gott og rætt,
slepp øllum, sum er tómt og lætt,
við sonnum hjarta trúgvur statt,
ger hjørtu glað!
Í Himli savna tær tín skatt
hvønn dag, hvønn dag!

3. Rættvísur, góður er jú hann,
sum doyði her, men deyðan vann;
eg bústað mær hjá honum fann
í lívsins stað,
sum fyri mær nú opnast kann
hvønn dag, hvønn dag.

4. Á ljósins hæddum uppi har
hann taka skal ímóti mær,
eg hvíla skal lívsánni nær
og lívsins træ;
mín sál, hans kall kann náa tær
hvønn dag, hvønn dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin