Vit vita, at Jesus skal koma í ský

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Axel Siljeholm
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í januar 1977.

1. Vit vita, at Jesus skal koma í ský
at savna úr bygd og úr bý
tann skara, sum veit, at straks koma hann skal
og taka oss heim í Guds sal.

Niðurlag: Sæla tá er, ja sæla tá er.
Brúður hans vorðin er sæl, ja so sæl.
Hon skoða tá son Guds í dýrdini skal;
tá stríðið er vunnið so væl.

2. So mangan vit stara mót hæddunum teim,
– vit hóma várt himmalska heim,
har sjúkur ei særa, og deyðin ei slær,
ei tár tú á kjálkunum sær.

3. Í himmalsins høllum til hørpunnar lag
vit lovsyngja lambinum glað;
vit syngja um blóðið, ið bjarging oss var
– ja, heilt inn í himmalin bar.

4. Vit gleðast tó mest, tí vit Jesus tá sjá,
– ja, liva í dýrd honum hjá.
Tá syngja tey frelstu við pálmum í hond
í sæla á himmalsins strond.