Vit vóru orsøk

Orð og lag: David Meece
Týtt: Heine Lützen

Sum lítil børn vit gleddust jólamorgni á,
vit gávur fingu tá, tað gleði bar,
men vit vistu ei til fulnar, um tað barn, ið tá var føtt,
tí størsta gávan gevast kann, tá givin varð.

Vit vóru orsøk, at hann gav sítt lív,
vit vóru orsøk til hans pínslu og stríð,
til ein heim uttan vón, gav hann alt, gevast kann,
og orsøk til lív okkum vann.

Sum tíðin leið, vit vistu meir um hendan mann,
at sum hans lív rann fram, gav allan seg,
at hann varð nelgdur á ein kross,
og fyri okkum gav sítt lív,
í kærleika, í kærleika.

Nú eg havi funnið orsøk at liva,
við at liva hvønn ein dag fyri ásjón hans,
lív mítt prógva skal tað, at hann livir í dag,
við at geva mítt alt til hann, bert til hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin