Vøggugáva

Terji Rasmussen
Orð og lag: Terji Rasmussen

Ferðin hon var long
men úrslitið er gott
Prógvið tað má vera
at tað var ein perfekt nátt
Og nú hann komin er
hann allan tokka fær
Vælkomin hann er í hesa verð

Hann grætur og hann flennir
og hann suttar boppuna
Á, góða tú sum tit nú eru fitt

Á, sum tú vøkur er
eg havi tykkum her
Vit øll trý, vit eiga hesa verð

FavoriteLoadingGoym tekstin