Vøggugávan

Orð og lag: M.C. Restorff

Tá út vóru býttar vøggugávur,
onkur við skerdan lut seg sá.
Tortrúgvin skerdi honum gávurnar,
tó Skaparin honum gav góð ráð.

Hví fjala burtur gudgivnar gávur?
Tær onki at rokna verða tá;
minna um ljós, sum burtur fjalt varð,
so onga glæmu nakar sá.

Tí takki eg Gudi mínum fyri
gávurnar, hann unti mær.
Um ófullkomnar tær enn tykjast,
fær Skaparin tøkk fyri tær.

Á leikvøllu renna fimir allir,
tó ein um málið má náa fyrst,
og bert fáum eydnast hepna strokið,
skapandi navnfræga myndalist.

Tí takki eg Gudi mínum fyri
gávurnar, hann unti mær.
Um ófullkomnar tær enn tykjast,
fær Skaparin tøkk fyri tær.

Eg takki Gudi mínum fyri
gávurnar, hann unti mær.
Um ófullkomnar tær enn tykjast,
fær Skaparin tøkk fyri tær.

Eg takki tær, mín Faðir,
fyri gávurnar frá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin