Volga, Volga

Orð: Ókendur
Lag: Russiskt kvæði

Eftir Volgu stillu streymum
stevna knarrar lið um lið,
føgur før við skrýddum borðum,
– Stenka Rasin og hans lið.

Prúði, sterki Stenka Rasin
og fúrstinnan, dreymavon,
ástarør í roða fevnast.
– Rasins dýra fragd er hon.
Men á bunka knassar ilskast,
hótta, lova bál og bann:
Um eitt sprund skal honum valda,
kvinnu líkur gerst brátt hann.

Volga, Volga, móðir dýra,
Volga, Ruslands breiða á:
hevur gáva frá kosakkum
aldri fevnt tín bylgja blá?

Volga, Volga, móðir dýra,
føgru brúður tak ímót!
Aftur fríir fram vit halda,
fram sum ørn í lofti fljót.

Fegnist garpar, leikið kátir,
henda vakra frælsisdag,
ei fúrstinnan meir kann spilla
reysta, fría vápnalag!

FavoriteLoadingGoym tekstin