Vónbrotin, særdur og nívdur eg var

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Vónbrotin, særdur og nívdur eg var,
dømdur eg var av tí synd, sum eg bar;
vónleyst alt var, tá sá eg Guðs Lamb,
Hann, sum á Golgata skomm mína bar.

Niðurlag: Markleysa náði, frelsu eg fann,
Jesus meg nevnir við navn!
Tað er ein gáta, undursom gáta,
Hann er mín trygga havn.

2. Mong illveðursskýggj eru farin framvið,
dárskapsins boðskapur veitir tó frið;
men mitt í øllum eg síggi Guðs Lamb,
Hann, sum á Golgata keypti mær frið.

3. Freistingar koma og føllini mong,
frelsan tó heldur tó leiðin gerst trong;
lat fíggindan froysa, eg síggi Guðs Lamb,
Hann, sum í hjartað mær gav henda song:

FavoriteLoadingGoym tekstin