Vónleyst tað var at liva

Orð: Óli Reinert
Lag: Jens Guttesen

1. Vónleyst tað var at liva,
um eingin Jesus var,
tí lívið kann ei vara,
tað deyðin sigur mær;
Jesus, hann gevur lívið,
sum ævigt vara skal;
nú gleðist eg at liva,
mín sál er frelst og sæl.

Niðurlag:
Jesus, hann eigur lívið,
Jesus, hann býður lívið,
Jesus, hann gevur lívið,
sum varir alla tíð.

2. Alt lív á jørð má doyggja
og bráðan enda fær;
um Jesus ei beyð lívið,
hvar skuldi eg vent mær!
Deyðans hitt myrka dimmi
mítt eyga altíð sá,
og sorgarfulla hjartað
ei kundi uggast tá.

3. Prísa tær, Jesus, skal eg,
sum tíðin fer á fold,
tær prísa, Jesus, skal eg,
um eg skal undir mold;
prísa tær, Jesus, skal eg,
tí frelst tú hevur meg,
tær prísa, Jesus, skal eg,
til eg skal síggja teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin