Ymer

Orð og lag: Jákup Eli Joensen

Eg spurdi mín vin, ert tú stadivekk súr við meg
tað var ikki við vilja, at eg segði tú vart ljót
Tað var ei heldur við vilja, at eg rópti mammu tína fyri eina kúgv
nú liggur tú har, og grenjar í tíni vátu song
Men nú eru vit blivin væl aftur
nú ganga vit saman, og vit hava tað gott
Tú bleivst øgiliga illsint, tá ið tú hoyrdi tað ringa um meg
at eg hevði gingið, og slatra um tínar gulu tenn

Niðurlag:
Ja tú bleivst súr sum ymer, tú bleivst súr sum ymer
Ja tú bleivst súr sum ymer, súr sum ymer, súr sum ymer

Eg prøvaði eitt kvøldið, at ringja til tín
men tú bleivst fræt ørð, at tú tókst, og smekkaði hornið á
Tú vildi ikki hava, at eg skuldi ringja til tín
og tú vildi sleppa undan, at hava meg í títt lív
Men nú ringji eg til tín hvørjaferð
tí eg elski teg, og eg veit, at tú elskar meg
Eg haldi tað vera, so synd, at tú skalt lata meg fara mín veg
tí skalt tú bara vita, at eg eri góður við teg

FavoriteLoadingGoym tekstin