So ymiss fellur lívsins tíð

Orð: Mikkjal á Ryggi

1. So ymiss fellur lívsins tíð
hjá eldri og hjá yngri,
ein løtan hørð, ein onnur blíð,
ein løtt, ein onnur tyngri.
Ja, stundum gerst oss sinnið kátt,
so aftur falla vit í fátt
og góða Guð vár gloyma.

2. Gakk altíð fram ta góðu leið,
so verður sinn títt fegið!
Tú veitst, at Harrin noktar ei
tær syndaleysa gleði.
Tá vínið treyt við brúdleypsborð,
hann talaði tey kraftarorð,
sum undurverk útintu.

3. O vinur, sum í synd her fall,
til Guðs tú tær skalt venda,
og lýðir tú hans blíða kall,
hann miskunn tær vil senda;
ja, tyngja á teg syndir fleir,
hans náði munar mikið meir
og bjargan tær kann geva.

4. O tú, sum gjørdi besta vín
úr kraftaleysum vatni,
o bøt og styrk tú anda mín,
so eg í gerðum batni
og syndagøtum víki frá,
so eg kann sigurskrúnu fá
og himmiríkis sælu.

FavoriteLoadingGoym tekstin