Ynskifløskan

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Eg havi savnað fløskur, eitt ótal er av teim.
Tær rekast um alt landið, og einaferð var ein,
hon sjáldsom var á liti, av glasi og av skap,
og á tí runda hálsinum ein løgin proppur sat.

Eg tók ta góðu fløsku upp í mína hond,
og tá eg rykti proppin av, til sjóndar kom ein ond.
– Á, takk tú góða barnið, tú bjargað hevur mær.
Ynski trý tú eigur, eg alt kann geva tær!

Skal eg velja súkklu ella skjótan hest?
Eitt teppi, sum kann flúgva, hvat tørvar mær nú mest?
At duga væl at rokna, at síggja babba meir?
At ongin aftur argar, mín hundur ikki doyr?

Nei, ei er lætt at vita, hvat eg skal ynskja mær.
Um friður er í heiminum, og trygt hjá mær og tær.
Um ynski eitt er eftir, lat onkran fáa tað,
sum er í neyð og vónar, at fáa hjálp í dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin