Yvir havið

Orð og lag: Holgar Jacobsen

Vit líta fjallatindar á
og spegilsblanka hav
Og gleðast yvir skapanarverk
ið Harrin okkum gav
Ùr fjarðum londum flytifuglar
koma langa leið
yvir havið tey finna sær heim

Hygg líðirnar so grønar
himnaloftið vakurt blátt
Ein angi er av gróðri
og ein sól av himni hátt
Og fólkið kemur søkjandi
sum fuglurin á ferð
Yvir havið tey finna sær heim

Vit eru mannabørn eg og tú
Hvør ert tú,og hvør eri eg
Er eitt havdýpi millum her
Tað er tó bara okkara verð

Er menniskjan ov torskild
ella verðin alt ov stór
Vit stemba eftir ókendum
og syngja ei í kór
Men náa vit tó nakað
lagnan er so kensluleys
Yvir havið tey leita sær heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin