Yvir hitt villa og brúsandi hav

Victor Danielsen
Lag: Thomas H. Bayly
Týtt: Victor Danielsen

1. Yvir hitt villa og brúsandi hav
leiðin ber heim, hon ber heim;
tykist enn skútan at fara í kav,
leiðin ber heim, hon ber heim;
missið ei mótið, men haldið bert vakt!
Harrin um borð er, sum hann hevur sagt;
undir hans vernd fær ei ónt okkum rakt –
leiðin ber heim, hon ber heim.

2. Ódnin so hørð okkum saka ei kann,
leiðin ber heim, hon ber heim;
Jesus er við, okkum svíkur ei hann,
leiðin ber heim, hon ber heim;
skjótt, áh, so skjótt vit í havnina ná,
skjótt í Guds Himli ein bústað vit fá,
lyftið er trygt, sum vár sál lítur á –
leiðin ber heim, hon ber heim.

3. Meðan vit eru á ferðini enn –
leiðin ber heim, hon ber heim –
boða vit frelsu til doyggjandi menn –
leiðin ber heim, hon ber heim –
kunngera gomlum og ungum, at tey
frelst kunnu verða úr synd og úr neyð
bert við at trúgva á Krist og hans deyð –
leiðin ber heim, hon ber heim.

4. Tá so at enda er stormur og stríð,
heima í Himmalsins havn
eru vit – æviga bjargað og frí –
heima í Himmalsins havn.
Harrin tá prísið og heiðurin fær,
sum her á ferðini við okkum var,
ei okkum slepti, men trygt okkum bar
heim í ta himmalsku havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin