Yvir Kárans víðu fløtur, yvir gjáir, skørð og gil

Orð og lag: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Yrktur í 1992.

1. Yvir Kárans víðu fløtur, yvir gjáir, skørð og gil
frá Kaldea tú tær skundar, tí tú Guði fylgja vil;
inn í Kána’ans land tú stevnir, er við Ábraham á ferð,
fram í somu trúgv tú gongur, høgt tú sigursmerkið ber!

Niðurlag: Móti tær við breyð og víni kemur prestur hægsta Guðs,
tá tú sigrandi úr stríði kemur heim;
Melkisedek mót tær kemur, signar teg við signing Guðs
har í :,:Sjave:,:Kirjata’im!

2. Hygg, so langt sum eygað røkkur, hetta landið tað er títt
heilt frá Sjikkaron til Se’irsfjall og Gilgal grønt og frítt;
frá En-Sjemesj keldum, Kirjat-Sefer og til Ákors dal,
heilt frá Jordansá til Kádesj-Barnea við lyftum uttan tal!

3. Hóast svikabrøgd og álop, hóast onnur sneiða av,
aldri máttloysi og vantrúgv rúm í hjarta tú tó gav;
nei, tú stevnir út í stríðið eins og Otniel, Ehud,
og sum Sjamgar, Jósva, Káleb setur álit títt á Guð!

4. Kom við boga og við ørvum, legg á bogan tína hond,
lat tað kennast, at í tær víst býr ein óspilt, salvað ond!
Lat upp gluggan móti eystri, sigursørv frá Guði skjót,
Áramittar fell í Áfek, slít upp Ámalek við rót!

5. Brót upp kunnleika um Guð úr nýggjum lendi undir bøn,
kasta frímóðið ei frá tær, tí tað hevur stóra løn!
Hond tín løgd jú er á plógvið, doyptur er sum skrivað stóð,
sigur vinnur vegna vitnisburðsins orð og Lambsins blóð!

6. Á, hvør undurfull ein frelsa, tú í Kristusi fekk lut,
legg ei í um tú úr Laodikea verður tveittur út!
Hoyr, frá Gilgal eingil Harrans talar: Eg teg leiddi út!
Stór er løn tín, vinur, tí tú hevur valt hin góða lut!

FavoriteLoadingGoym tekstin