Yvir um havið fjøld síggi eg

Orð: Noah B. Herrell
Lag: Haldor Lillenas
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Lord, send me there

1. Yvir um havið fjøld síggi eg,
syndtyngd og fjøtrað, kallar á meg,
bønandi kallar og væntar eitt svar,
glaður eg svari: Gud, send meg har.

Niðurlag: Gud, send meg har,
áh, Gud, send meg har;
glaður eg svari: Gud, send meg har,
so milliónir fáa eitt svar.
Glaður eg svari: Gud, send meg har.

2. Pápar og mammur trilva í nátt,
vóna, at ljósið koma skal brátt,
Ljósið – Guds Lamb, sum her synd heimsins bar,
glaður eg svari: Gud, send meg har.

3. Brøður og systrar, skapt í Guds mynd,
hjálparleyst doyggja, andliga blind,
hvør vil tey vinna, ver kvikur og far;
glaður eg svari: Gud, send meg har.

4. Jesus er Hirðin, leitar upp tann,
sum viltist burt og vegin ei fann,
hann hoyrir bønir og grát teirra sær;
glaður eg teski: Gud, send meg har.

FavoriteLoadingGoym tekstin